2021-03-16 21:06
Føroyar og Ukreina spældu sunnudagin landsdyst í hondbólti í Høllini á Hálsi. men tá ukreinska landsliðiå kom til Føroya fríggjadagin, varð venjarin staðfetur positivur við korona.
Tað skrivar Kringvarpið á heimasíðuni.
Dysturin varð kortini spældur, tí mett var at eingin vandi var fyri, at venjarin hevði smittað spælararnar.
Landsliðsvenjarin sat fyri seg sjálvan í flogfarinum, og tí er heldur eingin annar koyrdur í sóttarhald í sambandi við tilburðin, sigur Lars Fodgaard Møller, landslækni, við útvarpið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald