Fótbóltur

Verandi meistararnir og komandi meistararnir spældu málleysan javnleik

Víkingarnir og KÍ'arnir stríddust hart men undirhildu ikki serliga nógv í regninum í Klaksvík. Víkingur kann nýta stigið til meira - KÍ kann ikki longur javna egna stigamet.

Víkingur er aftur tvey stig frammanfyri B36 í topp-fimm stríðnum - í kvøld vóru teirí ljósabláum tó ónøgdir við, at KÍ ikki fekk eina útvísing (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Víkingur er aftur tvey stig frammanfyri B36 í topp-fimm stríðnum - í kvøld vóru teirí ljósabláum tó ónøgdir við, at KÍ ikki fekk eina útvísing (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-09-15 20:46 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Seinasti dysturin í 22. umfari í fremstu mansdeildini varð spældur í kvøld. Hetta var í Klaksvík, har Víkingur vitjaði.

Verandi meistararnir eru ikki nær námind einari endurtøku av flotta FM-heitinum, og teimum 73 stigunum, í fjør. Ístaðin stendur stríðið um seinasta evropeiska plássið við B36. Kappingarneytar Víkings nærkaðust aftur í gjár.

Sí eisini: HB tryggjaði sær stigið móti B36 stutt fyri leiklok

Liðið hjá Jóhan Peturi Poulsen vann sær eisini eitt stig í torførari uppgávu í kvøld. Undan hesum dystinum var tað bara HB, sum hevði tikið stig móti KÍ í ár, men tað eydnaðist hjá teimum ljósabláu at spæla málleysan javnleik í Klaksvík. Blaðungu Ingi Arngrímsson og Arnór Brandsson vóru millum teir, sum stríddust væl hjá Víkingi, og Bergur Gregersen spældi fullan dyst á vinstra bakki.

Tá eitt korter var eftir, vildu víkingarnir hava Alex Troleis at vísa Deni Pavlovic av vølli, eftir at serbin, sum tá var síðsti maður, togaði Jørgen Nielsen niður. Hetta var tó einar 35-40 metrar úr málinum, og dómarin metti helst, at Gaston Tellechea var rímiliga nær við. Hetta sá tó heldur "kriminelt út".

Útliðið hótti nakrar ferðir KÍ, men teir kongabláu vardu eisini sín brotsteig væl. Størstu møguleikarnar átti heimaliðið: Har vóru 2-3 støður seinna helming av fyrra hálvleiki, sum KÍ kundi og burdi fingið meira burturúr. Í yvirtíðini noyddist Víkingur eisini at bjarga á mállinjuna eftir hornasparksstøðu.

Annars var tað flótandi spælið heldur sjálvdan har í Klaksvík. Uppgerðin millum "grannarnar" rakti hægri í mun til inntensitet og stríðsvilja enn flott fótbóltsspæl - eins og í nógvum øðrum av dystunum millum ovaru liðini í ár. 

KÍ'arnir tyktust rímiliga ónøgdir eftir dystin - spælarar, venjarar og fjepparar. Í Klaksvík vildi man sjálvandi hava triðja sigurin í ár á Víkingi og taka enn stórt fet móti at endaliga tryggja FM. Hetta var annar málleysti javnleikur við Djúpumýru í seinnu hálvu.

Tað eru tó framvegis seks stig, og fimm mál, niður til NSÍ. Umframt hetta hevur KÍ spælt ein dyst færri. Næstu tvær uppgávurnar eru EB/Streymur (annar er útsettur dystur), og síðani B68, 07 Vestur og TB. Tað er ógvuliga ósannlíkt, at KÍ ikki er føroyameistari, áðrenn NSÍ byrjar í seinasta umfari. 

Stigametið frá 2022 (77 av 81 stigum) kann ikki takast longur, men liðið hjá Magnusi Powell er framvegis ósigrað. Víkingur kann nýta hetta stigið til meira í stríðnum um 4. plássi og at byggja víðari á. Liðini úr norðara partinum av landinum hittast aftur til steypafinaluna 31. oktber.

Betrideildin 22. umfar
Mánadagin, 15. september
KÍ  - Víkingur 0-0

Sí meira um dystin her

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder