Hondbóltur

Verður eftir ætlan aftur eitt felag í Klaksvík

Í 18 og eitt hálvt hava tvey hondbóltsfeløg verið - Stjørnan hjá kvinnum og Team Klaksvík fyri menn. Men nú er samanlegging á breddanum, og talan skal verða um eitt heilt nýtt felag.

Beinir Johannesen og Team Klaksvík hava í nógv ár verið í bestu mansdeildini. Okkurt árið er tað endað við bronsu, liðið var í Evropa í 2023, men nógv ár hava eisini verið tung (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Beinir Johannesen og Team Klaksvík hava í nógv ár verið í bestu mansdeildini. Okkurt árið er tað endað við bronsu, liðið var í Evropa í 2023, men nógv ár hava eisini verið tung (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-03-05 10:01 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Team Klaksvík varð stovnað 12. september í 2006. Tá hevði eingin mans- og dreingjahondbóltur verið í eina tíð. Áður hevði Stjørnan annars havt lið fyri menn, kvinnur, dreingir og gentur.

Harvið hevur hondbólturin verið býttir upp í Klaksvík í yvir 18 ár. Hetta sær heldur løgið út, og nú sær loksins út til okkurt verður gjørt við tað:

- Team Klaksvík og Stjørnan ætla at ganga nýggjar leiðir og menna hondbóltin meira í Norðoyggjum og ætla at leggja kvinnu og manshondbóltin saman og stovna eitt nýtt felag.

Hetta hava bæði feløgini boða frá í skrivi, og í sambandi við ætlanina verður bjóðað inn til kunningarfund mánadagin 17.mars kl.19.00 í skúlastovunum KÍ høllini.

Fundurin er fyri limum og eisini øðrum áhugaðum. 

- Feløgini leggja fram grundgevingar og ætlanir í framtíðini. Møguleiki verður at seta spurningar til nevndarlimirnar.

[object Object]
Stjørnan er als ikki ta stórveldi, sum liðið var um aldarskifti og í 00'unum. Tóra Eliasen er ein av teimum klaksvíkskvinnunum, sum veruliga hevur gjørt vart við seg seinastu árini (Sanvsmynd: Sverri Egholm)

Stjørnan & Team Klaksvík skriva eisini, at spurningar um tilgongdina eisini kunnu sendast skrivliga.

Hondbóltsfeløgini í Klaksvík hava seinastu árini samstarva um ungdómsvenjarar. 
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder