Tað gekk júst sum tað skuldi, tá VÍF-kvinnur í gjár spældu fyrra dystin móti KHF Ferizaj í Kosovo í European Cup.
Vestmannakvinnur vunnu ikki við færri enn níggju málum, og hava tískil lagt góðan botn til seinna dystin, sum skal spælast móti KHF Ferizaj sunnudagin.
Støðan í steðginum var 18-12 og í seinna hálvleiki dróg VÍF frá og vann 34-23.
Ingibjørg Olsen gjørdist toppskjútti við tíggju málum (Mynd: Andrei Antal / VÍF)
Lív S. Poulsen var aftur at síggja í gulum og skoraði átta mál fyri VÍF (Mynd: Andrei Antal / VÍF)
Tískil skal nógv henda, um tað ikki skal eydnast VÍF at vinna seg víðari í European Cup eins og kvinnurnar hjá H71 og Neistanum longu hava gjørt í ár.
Seinni dysturin millum VÍF og KHF Ferizaj verður spældur í Greme, Kosovo, klokkan 16 í morgin.
(Mynd: Andrei Antal / VÍF)
(Mynd: Andrei Antal / VÍF)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald