Fótbóltur

VFF Cup er farin í gongd

Tríggir dystir vóru leiktir í vikuskiftinum, har favorittarnir vunnu. Heili 16 mál vórðu skoraði tilsamans.

Ari Olsen skoraði og legði upp fyri Víking á sínum gamla heimavølli (Mynd: Sverri Egholm)

Ari Olsen skoraði og legði upp fyri Víking á sínum gamla heimavølli (Mynd: Sverri Egholm)

2020-01-13 07:56 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eins og í fjør verður VFF Cup skipað yvir seks umfør, og tríggir av dystunum í fyrsta umfari vórðu leiktir í gjár. Trý av topp-fimm liðunum seinastu árini vunnu í sínum fyrsta venjingardyst.

Á Skála vóru trý Vatnhamar-mál, og teir fyrrverandi Skála-leikararnir vóru við í helmingin av málinum: Jákup Johansen legði upp til tvey mál, annað av teimum til Ari Olsen, ið eisini legði upp til eitt. Ungir leikarar stóðu fyri teimum seinastu málunum.

Dysturin millum HB og AB varð fluttur av Argjum orsakað av veðrinum. Tað var betri í Gundadali, har bæði málini komu í 1. hálvleiki. Afturvendi Øssur Dalbúð kom á talvuna við brotssparki, ið áleyparin sjálvur vann.

TB er einasta liðið úr Betrideildini, ið ikki luttekur í VFF Cup. Orsøkin er ítróttarlig, sigur Micheal Winter við bolt.fo. Sambært venjaranum hjá TB skal liðið av álvara byrja at venja saman nú, og TB fær fimm venjingardystir á heimavølli móti liðum, sum fara suður á venjingarlegu.

Bolt.fo skrivar eisini, at NSÍ, við fyrrverandi venjaranum hjá TB/FCS/Royn á odda, í gjár spældi við trimum í miðverjuni. Glenn Ståhl og hansara menn vunnu greitt á grannunum úr 1. deild. Petur Kundsen, ið er settir í samband við eitt skifti til íslendskan fótbólt ella HB, var á NSÍ-liðnum. Hann skoraði eitt mál, beiggi hansara skoraði eitt, og 19-ára gamli Pætur gjørdi um seg við einum máli og einum uppleggi. Málið hjá B68 skoraði Jannik Olsen. Hann skifti úr barndómsfelagnum í vetur,  men verður eins og maðurin ið vardi málið hjá NSÍ ikki í Føroyum komandi mánaðirnar. Jannik og Karsten Hansen eru nú farnir til Danmarkar í útbúgvingarørindum.   

B36 og EB/Streymur spæla á Eiði mikukvøldið. Seinasti dysturin í 1. umfari er útsettur til í februar, tá ÍF tekur ímóti føroyameistarunum. 


VFF Cup, 1.umfar:
Leygardagin 11.1


Skála-Víkingur 3-5 (1-4)
0-1 Sølvi Vatnhamar
0-2 Gunnar Vatnhamar
1-2 Andreas Egeberg Jacobsen
1-3 Gunnar Vatnhamar
1-4 Ari Olsen
2-4 Lukas Sólheim
3-4 Karl Martin Johansen
3-5 Rani Hansen

 HB - AB 2-0 (2-0)
0-1 Adrian Rúnason Justinussen 
0-2 Øsstur Dalbúð (br.) 

NSÍ-B68 5-1 (2-1)
1-0 Aron Knudsen 
2-0 Pætur Skipanes 
2-1 Jannik Olsen
3-1 Betuel Hansen 
4-1 Petur Knudsen
5-1 Jann Benjaminsen

Sí meira upplýsingar um dystirnar, millum annað byrjanaruppstillingar, á  dystir.fo

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder