Hann hevur verið hjálparvenjari á danska A-landsliðnum hjá monnum undir Ulrik Wilbeck og vant flerii donsk stórfeløg.
Síðsta vár varð kunngjørt, at nú 55-ára gamli danin skuldi taka við eftir Sonna Larsen, og seinastu vikurnar hava hann, hjálparvenjarin Lars Møller, hini í venjaratoyminum og hópurin fyrireika seg til HM-undankappingardystirnar, ið vera á Hálsi í vikuskiftinum.
Bredsdorff-Larsen gjøgnumgekk í samrøðuni við Portalin tey try mótstøðuliðini, Luksemborg, Italia og Lettland, og møguleikarnar hjá Føroyum at koma víðari.
Hópurin telur 22 mans fram til mikudagin, tá skorið verður niður - hetta orsakað av skaðum og koronu - men talan verður ikki frával av teimum, ið ikki koma við. Teir fara eisini at hava møguleikan at koma inn í ein dystarhóp í vikuskiftinum, tí fýra útskiftingar kunnu gerast undir kappingini.
Eins og hjálparvenjari hansara á sjálvum tíðindafundinum, setti høvuðsvenjarin orð á góður føroysku hondbóltsmentanina og støði á leikarum, ið ikki hevur verið ein vónbrot á nakran hátt, men hann gjørdi tó greitt, at ynskiligt er, at fleiri leikarar fara at spæla fast á hægri støði, enn teir eru nú.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald