Leygardagin hevði hann 35-ára føðingardag, og í kvøld skoraði Finnur Justinussen fyri triðju ferð í eins nógvum dystum í Betrideildini 2024
- Tað er deiligt at skora regluliga eftir nøkur heldur soltin ár, staðfestir gøtumaðurin
Portalurin tosaði við royna málrevin, ið skoraði fyrra málið í 2-0 sigrinum á B68 í kvøld.
Sí eisini:
B36 og Víkingur avgreiddu uppgávurnar væl
Myndir: Víkingur - B68
Finnur staðfesti, at tað er tíðliga á árinum, men at tað hevur koyrt væl hjá Víkingi síðani síðsta summar, at liðið úr Eysturkommunu er byrjað eftir ætlan í 2024, og um alt eydnast væl, so kann Víkingur vera í oddinum.
Betrideildin 3. umfar
1. apríl- 2. páskadag
Víkingur - B68 2-0 (0-0)
53' Finnur Justinussen (Bergur Gregersen) 1-0
67' Poul Kallsberg (Aron Jarnskor Ellingsgaard) 2-0
Støðan:
1. B36 9 stig
2. Víkingur 9 stig
3. KÍ 6 stig
4. HB 6 stig
5. NSÍ 3 stig
6. 07 Vestur 3 stig *
7. Skála 3 stig
8. EB/Streymur 1 stig *
9. B68 1 stig
10. ÍF 0 stig
* Ein dyst færri
Í morgin, týsdagin 2. apríl
18.00: 07 Vestur - EB/Streymur
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald