Fyri 25 ára gamla Inga Jonhardsson úr Víkingi gjørdist steypafinalan ímóti KÍ fyri nøkrum døgum síðani nakað heilt serligt.
Ingi skoraði annað av málunum hjá Víkingi í 2-0 sigrinum, og ímóti dystarenda bjargaði hann á strikuna, so klaksvíkingar ikki fingu skapt spenning í dystin seinastu løtuna.
FSF Varpið hevur hitt Inga til eitt gonguprát um finaluna, og so vitja vit eisini sparkivøllin, har hann sum smádrongur legði grundarlagið undir sínar fótbóltsdreymar.
Í prátinum setir Ingi millum annað orð á, hvussu hann upplivdi málið.
– Tá eg sá, at vit stillaðu upp til akkurát hasa kombinatiónina, bleiv eg nervøsur og hugsaði, at eg má bara ikki detta um bóltin, fortelur Ingi við einum smíli.
Ingi datt ikki um bóltin. Ístaðin legði hann teir ljósabláu á odda og samstundis lunnar undir ein nýggjan steypasigur til Víking.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald