Hondbóltur

Video: - Eisini stuttligt og mennandi at spæla undir slíkum trýsti

Leivur Mortensen og Vilhelm Poulsen seta orð á bíðitíð, upplivingar við U-landsliði í Skopje og uppgávuna í kvøld. Fyri Vilhelm er Bundesliga-skiftið ein dreymur, ið er gingin út.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2024-05-12 09:10 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Skopje, Norðurmakedónia (Portalurin): Bíðitíð, nógv óvissa og nakað av fyrireiking fríggjadagin og tað sama fram til seinnapartin í gjár. Síðani slapp hondbóltslandsliðið loksins av landinum, og seint í gjárkvøldið varð lent í Skopje.

Les eisini: Myndir: Landsliðið loksins komið til Skopje

Nakað av tíð hevur eisini verið til at tikið sær av løttum, og tað hevur saman við sinnisligu venjingunum og taktisku fyrireikingunum hjálpt. Hetta staðfestir Leivur Mortensen. Vit fingu orðið á vinstra vongin og Vilhelm Poulsen á flogvøllinum í Skopje seint í gjárkvøldið.

Javngomlu hoyvíkingarnir settu nøkur orð á serstøku støðuna vegna útsettu fráferðirnar úr Føroyum.

Hetta er ikki fyrstu ferð, at Leivur og Vilhelm eru í norðurmakedónska høvuðsstaðnum. Í 2018 vóru teir nær við at spæla føroyska U20-landsliðið í eitt EM-endaspæl. Vertirnir vunnu tó hálvfinaluna í European Championship eftir brotskøst- finaluliðini komu víðari til EM.

- Tað var garrvilt.

Teir minnast væl áskoðarnar og huglagið í høllini. Hetta verður helst væl verri í kvøld. Leivur Mortensen staðfestir, at slíkt eisini kann vera stuttligt og mennandi fyri ein hondbóltsspælara.

Leivur skoraði uppá øll síni fimm skot í 34-27 sigrinum á Hálsi mikukvøldið. Vilhelm spældi ógvuliga væl í álopi og verju í umleið 45 minuttir - síðani brendi hann stóran møguleika og misti eitt sindur í verjustøðu.

Tað er umráðandi, at vinstri vongurin og høgri bakkurin spæla væl í Skopje í kvøld, tá HM-plássið skal hálast heim.

Sí eisini: Skulu standa ímóti trýstinum í Skopje

Tað er eisini endaliga greitt, at Vilhelm Poulsen eftir summarsteðgin skal spæla í týsku Bundesliguni. 24-ára gamli bakkurin er lítillátin, men Vilhelm setur í videobrotinum ovast nøkur orð á hetta.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder