31-ára gamli miðverjin var stinnur í serliga dystinum móti Danmark. Hann fór ut við skaða í sínum landsdyst nummar 40, móti Moldova, men er nú til reiðar at spæla móti Eysturríki - eitt motsstøðulið sum vekir minnir og kenslur hjá Oddmari og mongum øðrum føroyingum.
Nú gleða hann og liðfelagirnir seg til at spæla frammfyri áskoðarunum á Tórsvølli, nakað sum ikki var møguligt í eina tíð, og tí hevði Odmar næstan gloym, hvussu stuttligt tað er.
KÍ-miðverjin kennir seg væl í vejruskipanini á landsliðnum, men talan hevur sjálvandi verið um eina tilgongd:
- Tað at hava góðar menn við síðuna av og rundanum hjálpir væl
Odmar Færø vísir á, at føroyska liðið skal finna nøkur av somu tingunum fram, sum víst vórðu móti serliga Danmark fyri beint yvir einum mánaði síðani, tá Eysturríki í annaðkvøld klokkan 19.45 er mótsstøðuliði.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald