Berlin, Týskland (Portalurin) - Eg var spentur og uppsettur uppá, at fongurin skuldi vera øgiligur, nú eg var í Føroyum, men har beit eingin á.
Hetta staðfestir Gøran Søgaard Johannesen smílandi á spælaragistingarhúsinum hjá Noreg. 28-ára gamli bakspælarin er ein stjørna úr norskum hondbólti, sum millum annað hevur spælt fyri Flensburg-Handewitt í Bundesliguni, men sum nú umboðar Kolstad í heimlandinum.
Tað var saman við fyrrverandi Flensburg-liðfelaga, dananum Lassa Møller, at Gøran Johannessen var í Føroyum og ferðaðist seinasta summar. Á skránni var millum annað fiskitúrur í Nólsoyarfirði, har føroysku landsliðsspælararnir Helgi Hildarsson Hoydal og Kjartan Johansen vóru vegleiðarar. Talan var um bátin, ið Høgni Hoydal (pápi Helga) og Gunnar Djurhuus, pápi Jónas Gunnarsson Djurhuus, eiga saman.
Tað var eingin fongur á "Brynhild" (Bysse), men tað var ein heilt góður túrur í vakra landinum, staðfestir norðmaðurin.
Gøran Søgaard Johannesen rósar sum vera man føroysku framgongdini og staðfestir, at talan verður um heilt øðrvísi hondbólt, ið Noreg fer at møta í morgin:
- Teir spæla skjótt - ógvuliga skjótt.
Bakspælarin er til reiðar til harðan dyst og steðfestir, at hetta er næsta stigið á leiðini móti hálvfinaluni, ið er minsta málið hjá Noreg í EM-endaspælinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald