Fótbóltur

Video: - Fyrri hálvleikur var vanlukkuligur

Havi ein ógvuliga ringan smakk í munninum eftir avriki, sigur Andrias Edmundsson. - Eg geri eitt mistak áðrenn málið, sum ikki er mál, men tað var tungt…Vit skulu vinna móti Lettlandi í oktober.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2024-09-10 20:54 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Riga, Lettland (Portalurin) 23-ára gamli verjuspælarin spældi heilt væl móti Norðurmakedónia leygardagin, men í dag gekk ikki so væl hjá Andriasi Edmundsson og føroyska landsliðnum.

Toftamaðurin setur eisini erliga orð á tunga kvøldið í Riga, sum var “ekstremt skuffandi”.

Hoyr samrøðuna omanfyri.

Nations League Deild C, bólkur 4
2. umfar - í dag, týsdagin 10.09
Lettland - Føroyar 1-0 (0-0)
64' Renars Varslavans 1-0

Støðan:
1. Armenia 3 stig *
2. Lettland 3 stig 
3. Norðurmakedónia 1 stig *
4. Føroyar 1 stig 

*Ein dyst færri

Føroyar (4-5-1): Bárður á Reynatrøð - Jóannes Kalsø Danielsen, Andrias Edmundsson, Samuel Johansen Chukwudi - Viljormur Davidsen (L) - René Shaki Joensen, Sølvi Vatnhamar (46' Mads Boe Mikkelsen), Gunnar Vatnhamar, Hanus Sørensen Meinhard Egilsson Olsen, - Jóan Símun Edmundsson (46' Adrian Rúnason Justinussen)

Hesir komu inn í 82. minutti: Petur Knudsen, Klæmint Andrasson Olsen og Pætur Petersen

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder