Hondbóltur

Video: - Hákun er ein av teimum bestu vongspælarunum í heiminum

Italski landsliðsvenjarin Bob Hanning er eisini stjóri í Füchse Berlin: Eg elski at hyggja eftir føroyska liðnum, at uppliva hondbóltseldhugan her, og tit hava góðan møguleika at koma til miðumfari.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2026-01-12 21:02 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Vit síggjast í meginumfarinum.

Hetta segði Bob Hanning við einum smíli móti endanum av samrøðuni, sum vit høvdu við hann eftir seinna EM-fyrireikingardystin millum Føroyar og Italia.

- Eg var ikki nøgdur við alt í dag, men hetta var ein góður venjingardystur. Eg elski at hyggja eftir føroyska liðnum - hóast mær ikki dámar, at tit vunnu á okkum - og nógvir vísa seg væl frá, nú Elias ikki spælir.

Landsliðsvenjarin hjá Italia helt fyri, at bæði liðini skulu arbeiða við verjupartinum áðrenn EM - men at Føroyar sanniliga eisini hava møguleika at koma víðari úr EM-bólkaspælinum.

Tvey av fýra liðum koma víðari har. Italia er í trupulum bólki: Saman við Póllandi, Íslandi og Ungarn. Eftir dystirnar í Føroyum ferðast liðið til Svøríkis (Kristianstad), har hesin bólkurin verður spældur. Har verða ikki so nógvir italskir áskoðarar, staðfestir Hanning.

- Har verða kanska eini 10-15, men eg havi hoyrt at yvir 20 flogfør fara úr Føroyum  til Oslo. So tað er fantastiskt, og vit merktu stóra áhugan Við Tjarnir: Hetta hendist ikki sum venjingardystir, sigur fryntligi týskarin við italska flagginum á bringuni.

- Hákun er elskaður í Berlin

Bob Hanning er annars mest kendur sum stjóri í Füchse Berlin.

Í seinastuni hevur hann gjørt avtalur við Dika Mem og Simon Pytlick um at koma at spæla við týska høvuðsstaðarfelagnum frá sumri 2027. 

Eins og Mathias Gidsel, eru hetta bakspælarar í heimsflokki. Men Bob Hanning staðfestir eisini, at hann hevur ein høgra vong í heimsflokki - og stjórin fegnast av álvara um hendan sáttmálan:

- Hetta er nakrir av heimsins bestu spælarum. Men eg haldi eisini, at Hákun er ein av teimum bestu vongspælarunum í heiminum.

Sí eisini: Hákun West av Teigum greiður toppskjútti um vikuskiftið

Um Hákun West av Teigum sigur Hanning millum annað, at hann " kemur við nógvari orku, stórum yvirskoti og so er hann eisini kaldur, tá hann skal".

- Vit kunnu líta á hann, og eg eri so fegin um, at tað eydnaðist okkum at leingja sáttmálan við Hákun.

Føroyski høgri vongurin skoraði millum annað sjey mál í Champions League-finaluni í juni og var fastur partur av týska meistaraliðnum síðsta kappingarárinum. 23-ára gamli hoyvíkingurin hevur sáttmála til og við á sumri 2028.

Hanning hevur heilsað uppá familju Hákunar um vikuskiftið - skjótt er EM á skránni hjá øllum, har høgri vongurin veður lyklaspælari hjá Føroyum.

Sí alla samrøðuna við Bob Hanning - á enskum - ovast

Sí eisini: Hákun: - Spælarar fara at standa í bíðirøn fyri at sleppa at spæla við Berlin


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder