2022-04-15 11:51
- Hetta er ein stórur dagur. Hetta er serligt fyri meg, og tað er ein dreingjadreymur, sigur Thomas Bjørn Svenningsson Miezan, sum við føroyskum pápa og mammu úr Fílabeinsstrondini, er uppvaksin í Føroyum og í HB.
Hann fer nú at gera seg lidnan við niggjunda flokk, og í summar gongur leiðin til Danmarkar, har hann hevur skrivað undir trý ára sáttmála FCK Talent.
Sí samrøðu omanfyri, sum FCK TV hevur gjørt við unga HB-talentið.
Les eisini: HB selur Thomas Bjørn til FCK
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald