Eftir fimm ár í Danmark er Heini Vatnsdal vendur aftur til føroyskan fótbólt.
28-ára gamli verjukendi og fysiskt sterki leikarin úr Vági skrivaði síðst í juli undir ein tvey og eitt hálvt ára sáttmála við KÍ.
Í morgin skuldi hann spæla sín fyrsta evropeiska dyst fyri KÍ og samstundis sín fyrsta heimadystur hjá Heina í Klaksvík. Fyrr í kvøld gjørdist tó greitt, at soleiðis verður allarhelst ikki, tí at Slovan Bratislava er rakt av koronu.
Les eisini: Slovan Bratislava skal í sóttarhald ella av landinum
Portalurin var til venjing hjá KÍ mánakvøldið og gjørdi fyrstu samrøðuna við landsliðsleikaran í KÍ-búna.
Síggj innslag: (3:32 min) KÍ-leikararnir gleða seg til Champions League í Klaksvík
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald