Hondbóltur

Video: - Hetta havi eg droymt um síðani eg sjálvur stóð á áskoðaraplássinum

Eyka serligt at Rói og Elias vóru her í dag, sigur Boas Ellefsen á Skipagøtu. 16-ára gamli spælskiparin var javnsettur toppskjútti í triðju og avgerandi FM-finaluni - og verður verandi í Hoyvík eitt ár afturat. Sí samrøðu.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2026-04-25 21:34 Author image
Sverri Egholm
placeholder

- Hetta hava vit arbeitt knallhart fyri alt árið. So tað var nakað serligt - eisini tá eg havi viljað hetta, síðani eg sjálvur var í “Black Army” (fjepparafelagnum hja H71)

Soleiðis sigur Boas Ellefsen á Skipagøtu við Portalin, eftir at hann hevur skrivað nakrar autografar. 16-ára gamli hoyvíkingurin er nú greipuvinnari við barndomsfelagnum og man vera besta boðið uppá Ársins Stjørnuskot hjá monnum eftir frálikt.

Boas spældi eisini ein branddyst í triðju FM-finaluni móti Kyndli: Blaðungi spælskiparin legði út sum eitt óløgi og skoraði, eins og Jákup Egholm, níggju mál.

Hann er føddur í 2009 og tekur í øllum førum eitt ár afturat í Føroyum.

Hoyr samrøðu ovast.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder