Hondbóltur

Video: - Kann gerast hart móti Føroyum

Heilt øðrvísi hondbóltur í væntu, sigur Harald Reinkind, liðfelagi hjá Eliasi á Skipagøtu. - Teir hava flutt seg langt, staðfestir Alexander Blonz, ið spældi saman við fleiri føroyingum í Stavanger.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2024-01-12 20:44 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Berlin, Týskland (Portalurin) - Kjartan var okkara besti spælari tá, men tíverri var han nógv skaddur. Tað var gott hjá okkum, at fáa góðar útlendskar spælarar.

Hetta sigur Alexander Blonz, sum fyri nøkrum árum síðani spældi saman við Kjartani Johansen, Jónasi Gunnarsson Djurhuus og Helga Hildarson Hoydal í Viking Stavanger. Liðið var í næstbestu norsku deildini, og longu tá varð Blonz úttikin til eitt endaspæl. Nú spælir 23-ára gamli vongurin í GOG, og virðingin fyri Føroyum er har:

- Tað kann gerast hart og torført hjá okkum í annaðkvøld - eingin ivi um tað.

Harald Reinkind kennir nú nakað til Elias Ellefsen á Skipagøtu. Kiel-liðfelagarnir síggjast hvønn dag til máltíðir á leikarahotellinum í Berlin, og royndi bakkurin veit, at ungi hoyvíkingurin og hinir føroyingarnir kunnu koma við nøkrum nýggjum:

- Teir eru snildir og ógvuliga kvikir, og vit noyðast at seta okkara verju heilt øðrvísi enn móti Póllandi til dømis. Eisini verða vit til reiðar til sjey ímóti seks.

Hoyr Reinkind og Blonz omanfyri. Noreg er stórfavorittur til dystin í 2. umfari í annaðkvøld (19.30).

Sí eisini: Gøran Johanessen: Fekk ongan fisk í Føroyum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder