27-ára gamli Hørður Askham, ið byrjaði inni í sínum fyrsta undankappingardysti í 26 mánaðir náddi at hugsa:
- F****, er tað ein av teimum døgunum aftur nú.
Tað var eftir at Schmeichel bjargaði stútara frá Klæminti Olsen, men beint aftaná:
- Heldigvís gjørdi hann tað gott aftur, og skoraði eitt fantastiskt mál.
Í teimum báðum dystunum kundu føroyingar serliga iðra seg um mongu brendu málmøguleikarnar, men í kvøld var tað málini, ið Danmark skoraði uppá teir fáu opnu málmøguleikarnar, ið teir fingu, harav tvey vóru tilvildarlig:
- Man kann ikki ordliga snakka um held, tá teir eru so góðir, men ja; teir vóru kyniskir og skoraðu uppá tað, sum teir høvdu.
Miðverjin sigur, at tær royndirnar hann hevur fingið í kvøld, helst fara at hjálpa honum í framtíðini.
Sí eisini samrøður við málskjútta og mannin, ið átti uppleggið.
Klæmint Andrasson Olsen: Hetta fer at mala í heysinum í alla nátt
Jákup Biskopstø Andreasen: - Eg vil siga tað, at Klæmint skyldaði mær eitt mál
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald