Hondbóltur

Video: - Øgiliga umráðandi um vit skulu taka næsta fetið við kvinnulandsliðnum

Brynja Høj setur orð á tað, at hava fingið nýggjan landsliðsvenjara, dreymin um eitt endaspæl og hvat skal til, um Føroyar skulu røkka hesum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2023-06-14 18:35 Author image
Agnar Prestá
placeholder

A-landsliðið hjá kvinnum hevur í hesum døgum nakrar venjingar. Talan er um fyrstu venjingarnar hjá nýggja landsliðsvenjaranum.

Danin Claus Mogensen hevur royndir á hægsta stigi í Danmark, Noreg og í Turklandi. Claus skal nú venja Horsens í bestu donsku kvinnudeildini, samstundis sum danin skal royna at flyta føroyska kvinnulandsliðið eitt fet víðari - nakað sum hann er sera spentur uppá.

Sí eisini: Video: Claus Mogensen: Menningin hjá Føroyum gevur íblástur

Brynja Høj hevur verið á A-landsliðnum leingi. Sterki strikuspælarin úr Neistanum setur orð á týdningin við at hava ein málrættaðan venjara, ið arbeiðir við langtíðarætlan, og arbeitt verður fram móti nøkrum ítøkiligum - til dømis einum endaspæli.

Til tess at røkka tí er tað umráðandi, at føroysku spælararnir spæla á høgum stigi, at fysisika støði gerst uppaftur betri, og so at nýggi venjarin kemur við nøkrum, sum kann flyta liðið, vísir Brynja á.

Føroysku kvinnurnar byrja undankappingina til EM 2024 við dystum móti Svøríki og Íslandi í oktober. Umframt hesi londini er Luksemborg í bólkinum, og Føroyar eru styrkismettar omanfyri júst Luksemborg. Fýra teir best trý'arnir koma, ein og nummar eitt og tvey í bólkunum, til EM-endaspælið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder