Gilli Rólantsson Sørensen er leikarin á føroyska A-landsliðnum, ið spælir á hægsta støði í løtuni. 29-ára gamli tvøramaðurin spælir summar dystir á høgra bakki og aðrar á kantinum fyri norska Odds Bk.
Gilli er fastur maður. Tað var hann ikki í fjør hjá Brann, har talan var um eitt tungt ár hjá ferðamikla manninum, sum seinastu skjótt átta árini hevur verið yrkisleikari.
Gilli Rólantsson sigur við Portalin, at hann nú hevur spæltar nógvar dystir, at hann følir seg betri fyri nú,og at hann avgjørt vil vísa eina betri útgávu av sær sjálvum hesuferð.
Um útlitini fyri heimadystirnar í HM-undankappignini móti Ísrael, Danmark og Moldova, sigur Gilli soleiðis:
- Fyrst og fremst er tað fokus á eitt gott avrik í morgin móti Okur skulu inn at jagstra eitt gott avrik, og so taka vit alt annað harfrá. So skulu vit taka tey góðu tingini frá seinastu samling (í juni, red.) við inn, og so eru áskoðarar sjálvandi aftur, so tað er ótrúliga spennandi og stuttligt.
Føroyar og Ísrael spæla í morgin. Fyrsta bríksl verður klokkan 19.45
Sí eisini: Hallur Hansson: Kann næstan ikki lata vera við at smílast
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald