
Í annaðkvøld, fríggjadagin 21. februar, fer kvinnulandsliðið undir nýggja UEFA Nations League kapping. Føroyar leggja fyri á útivølli móti Slovakia, sum verður mett at vera sterkasta liðið í bólkinum
Aftaná venjingina mikukvøldið fekk FSF Varpið orðið á venjaran, Pætur Smith Clementsen. Hoyr fyribils venjaran seta orð á jaligu úrttøkuna í fjør og næstu uppgávuna ovast.
Hini londini í bólkinum eru Gibraltar, sum Føroyar møta á útivølli týsdagin í næstu viku, og Moldova.
Dysturin móti Slovakia í annaðkvøld kann stroymast beinleiðis á kvf.f, upplýsir FSF.
Sí nakrar myndir frá venjingini í dag niðanfyri:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald