Hjálparvenjarin á føroyska A-landsliðnum hjá takkar áskoðarunum fyri upplivingina leygarkvøldið og viðgekk, at hann fekk kuldasjálvta nakrar feðrir og noyddist at áhaldandi royna at halda fokus.
Skjótt fór fokusi hjá Eli Hentze yvir á uppgávuna móti Moldova - tað er selriga neyðugt, nú so stutt er millum dystirnar.
Allir eru tó tøkir, sigur hann - uttan leikbannaði René Shaki - eisini Sonni Ragnar Nattestad, ið fór út leygarkvøldið, orsakað av trupulleikum við hælsinuni. Tó fór Brandur Hendriksson út úr venjingini, ið var aftaná, eftir ein stoyt í knæðið.
Hjálarvenjarin av Sandi slær fast, at teir í toyminum og hópinum trúgva uppá at fáa úrslit hvørjaferð farið verður út á vøllin. Í annaðkvøld móti Moldova er ein betri møguleiki, enn vanligt er, og farið verður sjálvandi eftir trimum stigum, sigur Eli Hentze at enda.
Føroyar og Moldova spæla á Tórsvølli í annaðkvøld. Fyrsta bríksl verður klokkan 19.45.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald