Helsingør, Danmark (Portalurin) - Hann var á vøllinum í Champions League-finaluni í Porto síðst í mai, tá Chelsea vann á Manchester City, og harvið kom gull um hálsin hjá 25-ára gamla dananum, sum í summar hevði eitt gott EM-endaspæl fyri Danmark, og sum nú er partur av oddaliðnum í Premier League.
4. september stríddist hann í donsku miðverjuni í føroyska høvuðsstaðnum. Har høvdu hann og liðfelagarnir, sum ikki vanligt eru fyrsta val á landsliðnum, tað trupult móti stríðfúsa og vælskipaða føroyska liðnum, og sambært "AC" var útiliðið heppið, at Føroyar ikki løgdu seg á odda í seinna hálvleiki.
Væntast kann, at danir vera í sterkari útgávu hesuferð og fara, saman við teimum áleið 35.000 donsku áskoðarunum at royna at blása føroyingar um koll. Chelsea-leikarin væntar tó aftur ein torføran dyst móti føroyska liðnum.
Til seinast sigur miðverjin, at danir skulu royna at liva upp til favorittleiklutin man samstundis njóta tað at spæla í Parkini, sum verður fullsett, fyri seinastu ferð í ár - hetta er á ein hátt lættari, nú Danmark hevur spælt seg til HM. Tó er AC eisini inni á, at tað er umráðandi at fáa spælt á ein hátt, so liðið flytir seg rætta vegin - tann vegin sum Kasper Hjulmand vil hava tað.
Føroyar og Danmark bresta saman í Ítróttarparkini fríggjakvøldið, har fyrsta bríksl verður klokkan 19.45. Meira úr báðum legunum í morgin.
Sí eisini:
Video: Føroyar eru eitt rættiliga gott lið - kunnu avgjørt gera okkum fortreð
Myndir: Hugsavnaðu seg og strúffust í svenska kuldanum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald