Løgin atburður, uttanum allar mannagongdir og leiðreglar og "einaræðis líknandi atburður, sum fer fram".
Hesar vóru nakrar av lýsingunum, sum Christian Andreasen nýtti um Gianni Infantino, tá hann var í FM1-rásarúminum í dag.
FSF-forsetin var gestur hjá Ronnie Thomassen í B36-Varpinum, sum í dag tó ikki snúð seg um B36. Evni var óskilið í og kring FIFA - og serliga nógv umrødda forsetan.
Ein forseta, sum Fótbóltssambandið ikki endaligt hevur tikið stuðul sín til aftur - men álitið á mannin á ovastu rók í altjóða fótbólti. er rokið, kundi Christian Andreasen staðfesta.
- Øll evropeisku londini hava tikið frástøðu til ætlanirnar hjá honum um at lata privatar íleggjarar eiga part av HM-endaspælið, og fótbólti. Tað skaðar trúvirði og kann sum heild verða sera skaðiligt fyri fótbólt.
Christian Andreasen vísti eisini á løgnu avgerðirnar sum friðarheiðursløn til Donald Trump, sum Infantino av sínum eintingum tók støðu til, strikað leikbann undir HM og annað og annað.
- Har er ikki komið nakað mótvalevni til forsetavalið næsta ár, og vit bíða við at síggja, hvussu verður við tí, sigur FSF-forsetin.
Sí videobrot ovast
Hoyr alla sendingina á leinkjuni niðanfyri:
B36-Varpið: Infantino nærkast endaspælinum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald