
Talan gjørdist um ein góðan fótbóltssunnudag hjá stórfelagnum í Solna-partinum av Stokkhólmi.
Mjällby legði seg annars á odda tíðliga, men liðnum hjá Mikkjali Thomassen fekst vend í longur út á dystin.
20-ára gamli Victor Andersson javnaði við sínum fyrsta Allsvenskan máli miðskeiðis í 1. hálvleiki, og eftir ein tíma avgjørdi liðformaðurin Anton Saletros, tá hann prikaði bóltin í málið.
Sí hæddarpunkt ovast ella HER
Tað endaði 2-1 á Strawberry leikvøllinum. Liðini vóru jøvn í stigum frammanundan, og tískil var hetta talan um týðandi sigur í veruligum oddadysti hjá Mikkjali og teimum.
Eftir átta umfør í fremstu svensku deildini hevur AIK tjúgu stig og er ósigrað. Trý stig eru niður til Mjällby og grannarnar úr Hammarby.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald