
Skiftið hjá Áka Samuelsen úr til næstbestu norsku deildini hevur eydnast ógvuiga væl. Sambært hagtølum var 21-ára gamli havnarmaðurin mest effektivi spælarin í OBOS-deildini í fyrru hálvuni.
Tað hevur eisini vakt ans. Sambært norskum miðlum hevur Korona Kielce í bestu pólsku deildini bjóða uppá Áka, men Ranheim hevur í fyrstu syftu sagt nei.
Norska felagið vil hava nakað undir eina millión evru fyri unga føroyingin: Transferfeed skrivar, at kravið er umleið 700.000 - 800.000 evrur. Harvið er talan um skalar seks milliónir krónur.
HB seldi Áka Samuelsen í vetur - hann kann verða seldur víðari um
Byrjaðu væl eftir summarsteðgin - Áki við í nógvum
Ranheim setti í gjár hol á sína seinnu hálvu í OBOS-deildini. Hetta við heimasigri á ODD, sum í fjør flutti niður úr bestu deildini.
Heimaliðið skoraði eftir 25 minuttir og økti longu í 28. minutti. Í báðum førum var Áki Samuelsen íblandaður:
Fyrst tá føroyski vongurin hevði triðseinasta fót á - hann legði útfrá, og eftir skot á málverjan fekk Seydina Diop fatur á returbóltinum.
Tað var Áki, sum legði innfyri, tá Jonas Pereira stútaði bóltin í málið til 2-0. Talan var um eitt gott uttaraskrúa hornaspark úr høgru.
Fimta uppleggið hjá Áka Samuelsen í kappingarárinum. 21-ára gamli føroyingurin skapti eisini aðrar góðar støður; millum annað eftir eitt korter tá hann sendi Diop avstað. Áki spældi 91 minuttir, og Ranheim vann 3-1.
Hæddarpunktini siggjast ovast ella her
Liðið er nú á 5. plássi - tvey stig frá beinleiðis plássi. Skeid er á skránni á útivølli hóskvøldið
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald