Fótbóltur

Video: Áki Samuelsen við frálíkum uppleggi móti AIK

Føroyingurin hevði næstseinasta fótin á málinum hjá Mjällby í javnleikinum í Stokkhólmi. Føroyski landsliðsspælarin varð spardur eftir steðgin - Martin Agnarsson var ikki í hópinum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2026-09-17 16:08 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Áki Samuelsen hevur verið nakað darvaður av skaða í seinastuni, men vongurin varð mánadagin úttikin til A-landsliðið fyri aðru ferð.

Les meira um tað her

Í útsetta dystinum móti AIK mikukvøldið spældi Áki Samuelsen fyrra hálvleik, áðrenn hann varð spardur.

22-ára gamli føroyingurin nýtti tó tíðina væl: Í 19. minutti fekk hann bóltin í vinstru, og nummar 23 sveiggjaði bóltin ógvuliga væl innfyri við høgra fótinum.

Hann endaði á høvdinum hjá Jacob Bergstrøm, og so var 1-0 til Mjällby.

Heimaliðið javnaði fimm minuttir fyri steðgin, og tað endaði 1-1 á stóra Strawberry leikvøllinum í Stokkhólmi.

Martin Agnarsson var ikki í dystarhópinum í gjár. 

Mjällby spælir sunnudagin seinasta dystin undan landsliðssteðgin. Hetta á heimavølli móti GAIS.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder