Teir hava spælt eina rúgvu av dystum og eisini skora eina rúgvu fyri KÍ. Í gjár bitu teir negl á áskoðaraplássinum í Göteborg.
Jóannes Bjartalíð spælir nú fyri Mikkjal Thomassen í Fredrikstad í Noreg - báðir høvdu koyrt yvir til dystin - og Bjartalíð var bergtikin av sínum gamla felagið, sum hann framhaldandi fer at fylgja tætt.
Páll Andrasson Klettskarð hevur verið skaddur í fótinum í tveir mánaðir. Nú nærkast spakuliga, og hann kann gleðast um at sleppa at spæla bólkaspæl skjótt: Stóra málið er uppnátt, men tað var ikki heilt gingið upp fyri Pálli, tá vit tosaðu við fegnu klaksvíkingarnar í Göteborg í gjárkvøldið.
Páll Andrasson Klettskarð hálvsfevnir Vegard Forren, ið avgjørdi brotssparkskappingina, frammanfyri ovurfegnu KÍ-viðhaldsfólkunum og teimum í hópinum (Mynd: Sverri Egholm)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald