Hondbóltur

Video: Elias á Skipagøtu kom inn og hevði stóran leiklut - Kiel varðveitti oddasessin

Føroyingurin spældi avgerandi løtuna og skoraði millum annað trý mál, tá THW Kiel tryggjaði sær sigurin í síðstu løtu móti Rhein-Neckar Löwen.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2026-10-16 12:21 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hann kom inn, tá 41 minuttir vóru spældir, og THW Kiel var kroyst í heimadyst. Rhein-Neckar Löwen var á odda við einum máli (26-27).

Domen Makuc hevði skipað spælið til tá, men tá slovenin fekk steðg, kom føroyingurin inn. Tá Makuc seinni kom innaftur, fór Elias Ellefsen á Skipagøtu á høgra bakk - Kiel spældi eina løtu við fýra bakspælarum.

Føroyingurin gjørdi mun: Hann setti ferð á, skoraði trý mál og vann brotskøst.

Í videobrotinum ovast, sum er av seinastu hádramatisku minuttunum, sæst Elias millum annað kasta í tómt mál hjá og vinna eitt brotskast, tá tað er javnleikur og fáir minuttir eftir.

Seinasta løtan sæst eisini her

Almenn hæddarpunkt:

Tað var 36-36, tá Kiel fór í seinasta álopið. Útiliðið fekk útvísing, og síðani vann Julian Köster brotskast, júst sum tíðin fór. Hesum tók Eric Johansson av, og sviin var tryggur.

Við sigrinum í dramatiska dystinum er THW Kiel oddalið í Bundesliguni. Liðið hevur 17 stig fyri 10 dystir - kappingarneytarnir undir hava spælt færri dystir, men Elias Ellefsen á Skipagøtu og liðfelagarnir, sum bert hava Bundesliguni at hugsa um, hava bert tapt eina ferð hetta kappingarárið.

Sí stigatalvuna her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder