Hann gjørdi av álvara um seg sum besti leikari, tá føroysku U17-dreingirnir vunnu gull til European Open í Göteborg á sumri í 2019, og nú ger føroyski spælskiparin um seg í bestu svensku mansdeildini.
Bert 18-ára gamli Elias Ellefsen á Skipagøtu vísti aftur í gjár síni kynstur fyri IK Sävehof, ið vann 31-28 á heimavølli móti Redbergsilds.
Serliga var tað framúr góða fríspælingin til strikuleikaran, ið síðan skoraði, sum vakti ans. Málið sæst í sjónbandinum ovast, og TV4 Sporten hevur lagt tað út við spurninginum, um hetta ikki var ársins mál í Handbollsligan. Viðmerkjarnir vóru bergtiknir:
- Oy,oy,oy,oy,oy! Hyggja hvat hann ger - Harraguð
Føroyska stórtalentið skoraði sjálvur tvey mál í dystinum. Hetta var sjeyndi sigurin á rað hjá Eliasi og liðfeløgunum. Liðið er á triðja plássi - trý stig aftanfyri oddaliðið Ystads, ið hevur leikt ein dyst fleiri. IK Sävehof hevur fimm dystur eftir at leika í Handbollsligan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald