Hondbóltur

Video: Elias og teir avgjørdu í evstu løtu

Føroyingurin hevði stóran leiklut móti endanum í sigrinum hjá Kiel á Rhein-Neckar og sæst her skora eitt gott mál av høgra bakki.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2026-02-12 15:49 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað byrjaði ikki væl hjá Eliasi Ellefsen á Skipagøtu og THW Kiel í Mannheim í gjár, men móti endanum avgjørdi Kiel.

Tað var við nummar 71, sum ein av avgerandi spælarunum. Elias skoraði nøkur mál seinastu løguna - av høgra bakki - og legði eisini upp til avgerandi málið hjá Eric Johansson.

Eitt gott mál hjá føroyinginum sæst á 2.40 omanfyri.

Kiel er við 28-27 sigrinum á Rhein-Neckar Löwen nummar fýra í Bundesliguni og væl við í Champions League-stríðnum.

Les eisini: Góð føroysk Bundesliga-byrjan eftir steðgin

Sí stigatalvuna í tøttu Bundesliguni her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder