Hondbóltur

Video: Elias og teir vunnu seg nærri Champions League-plássi

Føroyski spælskiparin beinleiðis við í tíggju málum - sí summi her. Vilhelm Poulsen og teir vunnu greitt. Í kvøld klokkan 18 verður brak millum Flensburg og Füchse: Til ber at síggja dystin hjá Hákuni og teimum á TV3 Sport og Viaplay.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2025-12-11 12:29 Author image
Agnar Prestá
placeholder

16. umfar í Bundesliguni fór í gongd í gjár, og tveir føroyingar vóru í eldinum. Eftir at hava verið í Dortmund og stuðla føroyska kvinnulandsliðnum í HM-miðumfarinum, vóru Elias Ellefsen á Skipagøtu og Vilhelm Poulsen aftur á vølli sjálvir - føroysku landsliðsprofilarnir vóru við at vinna ógvuliga ymiskar sigrar.

Hannover-Burgdorf vann stórt á útivølli móti Wetzlar - við tíggju málum. Munurin var stórur allan vegin. Vilhelm Poulsen spældi væl av minuttum og skoraði trý mál, umframt at føroyski bakkurin legði upp til eitt mál og hevði góðar verjustøður.

Hæddarpunkt frá dystinum síggjast her - tíverri er einki mál hjá Vilhelmi (nummar 9) við

Støðan í Bundesliguni

THW Kiel hevði trupulleikar av Stuttgart á heimavølli. Tað eydnaðist tó Eliasi Ellefsen á Skipagøtu og teimum at knógva ein sigur: 33-32

Nummar 71 brendi fýra skot og hevði eisini fýra tekniskar villur, men 23-ára gamli føroyingurin skoraði næstflest mál (6) og hevði flest upplegg (4). Eisini stjól Elias tveir bóltar frá Stuttgart í verjustøðu.

Fleiri av uppleggunum vóru flott og síggjast nøkur í samandráttinum ovast ella á.youtube-rásini hjá Dyn. Kiel er nú bert tvey stig frá 2. plássinum, sum gevur Champions League-pláss og hevur eisini spælt ein dyst færri enn Lemgo, sum er júst á 2. plássinum.

Sí støðuna í Bundesliguni

Tvey lið, sum eisini kappast um fremstu plássini, bresta saman í kvøld. Hákun West av Teigum og Füchse Berlin vitja í Flensburg í kvøld - eitt stig skilur liðini.

Dysturin byrjar klokkan 18 føroyska tíð og sæst á TV3 Sport og á Viaplay.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder