Noreg, Oslo (Portalurin): Hvussu er støðan við økslini hjá Eliasi Ellefsen á Skipagøtu?
Hendan spurningin hava nógv sett sær - í Føroyum og uttanlands - seinasta mánaðin, Nú kann staðfestast, at nummar 71 hjá Føroyum er í so mikið góðum standi, at hann er triðbesti málskjútti í øllum EM-endaspælinum eftir tvey umfør. Og eisini at Kiel-spælarin úr stórari fjarstøðu kann smekka bóltin í málið til +13.
Níggjunda málið hjá Eliasi í gjár, og nummar 18 samanlagt í kappingini, var eitt dreymahøgg heilt upp í trýkantin Montenegro. Hetta staðfesti stóra og søguliga sigurin, og evropeiska hondbóltssamgongan heiðrar hetta flotta punktumið.
Sí málið í videobrotinum ovast ella síðst í klippinum á Youtube-síðuni hjá EHF. Mál hjá Zehnder, íslendskt mál, danskt mál og eitt pólskt mál eru eisini við. Men flotta málið hjá Eliasi á Skipagøtu í Unity leikhøllini er krúnan.
![]()
Elias Ellefsen á Skipagøtu spældi ein frálíkan dyst móti Montenegro, og javnsetti toppskjúttin krúndi hetta (Mynd: Sverri Egholm)
Pauli næstbestu bjargingina
Tað var málverjin, sum hevur spælt saman við Eliasi á Skipagøtu í ungdómsdeildinií H71 og í Skanderborg, umframt á øllum landsliðunum, sum gjørdist dagsins spælari í gjár.
Pauli Jacobsen hevði 16 bjargingar, sum svarar til 43 prosent, og serliga tann eina í 1. hálvleiki var flott: Við beininum heilt upp frá pilkaði 23-ára gamli liðformaðurin eitt skot.
Hetta sæst á 0.35 niðanfyri - eisini á Youtube-síðuni hjá EHF
Sí eisini samrøðu við Paula: - Man vera størsta hondbóltskvøld higartil
Pauli Jacobsen skiftir eftir øllum at døma til norskan hondbólt eftir EM - hetta kundu vit avdúka í morgun
---------------------------------------------------------
EM 2026 bólkur B, 2. umfar
18. januar. Unity Arena
Føroyar - Montenegro 37-24 (19-12)
Dystargongdin:
5 min: 3-3
10 min: 8-5
15 min: 11-7
20 min: 15-10
25 min: 17-11
30 min: 19-12
35 min: 20-13
40 min: 23-14
45 min: 26-17
50 min: 28-19
55 min: 33-22
Føroysku málskjúttarnir:
Óli Mittún 9
Hákun West av Teigum 9
Elias Ellefsen á Skipagøtu 9
Leivur Mortensen 3
Teis Horn Rasmussen 3
Ísak Vedelsbøl 2
Allan Norðberg 1
Vilhelm Poulsen 1
Bjargingar:
Pauli Jacobsen 16 (43 prosent) - dagsins spælari
Harvið er støðan í bólki D soleiðis eftir tvey umfør - tvey lið koma víðari til Malmö:
1. Slovenia 4 stig - víðari
2. Føroyar 3 stig (+13)
---------------------------
3. Sveis 1 stig (-3)
4. Montenegro 0 stig - úti
Tvey lið koma víðari
Myndir: Løtan eftir knúsandi sigurin
3. og seinasta umfar
Týsdagin 20. januar
17.00: Montenegro - Sveis
19.30: Føroyar - Slovenia
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald