Viðhaldsfólk og áskoðarar annars, fingu av sonnum undirhald fyri allar pengarnar á Tórsvølli í kvøld. Nógvar agarevsingar, nógvir málmøguleikar og nógvar umtalaðar dómaraavgerðir.
Espen Haug ásannar, at dømingin gjørdi tað ikki lættari fyri hansara menn í kvøld, men heldur at tað spælið, sum leikararnir vístu, er til at vera stoltur av.
Róligi og hóvligi venjarin sær fram til túrin til Finnlands, har hann heldur, at teir í seinna dystinum skulu vera meir kyniskir, sum hann málber seg.
Seinni dysturin verður á Bolt Arena í Helsinki, hósdagin 29. august.
Sí samrøðu við Espen Haug, høvuðsvenjara hjá KÍ, sum Portalurin gjørdi eftir dyst.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald