- Tróndur for president
Soleiðis skrivar heimaasíðan hjá HF Karlskrona í sambandi við at føroyski bakspælarin avgjørdi dystin í Helsingborg í gjár.
Hetta var við flúgvara í allarseinasta sekundi.
- Har kom ein "japanari" (soleiðis kalla tey ein flúgvara í Svøríki, red.) frá einum føroyingi. Tróndur Mikkelsen gjørdist stóra hetjan við málinum til 36-35, tá eitt sekund var eftir.
- Tað var eitt sindur vágið, men vit trúgva fult og fast uppá venjaran, og vit hava gjørt nógv av hasum til venjing. Allir vistu, hvat skuldi henda, og vit avgreiddu tað væl, sigur Tróndur Mikkelsen um málið, fyrrverandi Neistamaðurin gjørdi við 59.59 á klokkuni.
Sí málið seinast í videobrotinum ovast ella á almennu Youtube-síðuni hjá Handbollsligaen
Sigurin hjá Trónda og teimum merkir, at Karlskrona framvegis hevur góðan møguleika at koma i ovara endaspælið í bestu svensku deildini, nú tvey umfør resta í av grundspælinum.
Karlskroina er á 9. plássið og hevur 26 stig, eins og Önneres og Ystads, sum eru beint omanfyri. Liðini í topp-8 koma í ovara endaspælið, meðan hini skulu spæla um niðurflyting.
- Vit hildu ikki, at tað fór at verða so tætt, men soleiðis varð. Vit eru als ikki nøgdur við teir seinastu 15-20 minuttirnar: Nógvar tekniskar villur og skot, sum ikki fara í mál, sigur Tróndur Mikkelsen við hfkarskrona.se.
Liðið hevði tveitt trygga leiðslu - men at enda kundu Tróndur og teir fegnast.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald