
Hóskvøldið vann Füchse Berlin heilt stóra oddadystin í Bundesliguna, sum sendi sendi Hákun West av Teigum og teimum nær týska meistaraheitinum.
Í gjár, sunnudagin, vitjaði høvuðsstaðarfelagið í Stuttgart. Har var rímiliga tætt stóran part av fyrra hálvleiki, men so fór útiliðið av álvara frá.
Tað var 12-16 í stegðinum, og í 2. hálvleiki var eingin ivi. Füchse Berlin vann heili 32-20 og tók harvið enn eitt fet móti sínum fyrsta týska meistaraheitið. Hetta var sjeyndi Bundesliga-sigurin á tað hjá liðnum.
Hákun West av Teigum spældi væl. Føroyski høgri vongurin skoraði fimm mál. Tíverri er einki við í samandráttinum omanfyri - sum eisini sæst HER
Füchse er eitt stig frammanfyri Magdeburg og tvey stig frammanfyri Melsungen, nú tvey umfør resta í. Um Magdeburg tapir fyri Flensburg-Hanadewitt mikudagin, og Füchse síðani vinnur móti Gummersbach hósdagin, so er meistaraheitið í hús.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald