Undan landsliðssteðginum, sum var síðst í september og fyrst í oktober, hevði Grimsby Town ikki tapt í League Two.
Síðani var liðið uttan Geza David Turi í samanlagt fýra dystir - tveir League Two-dystir - sum allir endaðu við tapi.
Tað hevur tikið sína tíð at vent tí aftur. Geza David Turi hevur tó spælt væl tríggjar teir seianstu dystirnar, har Grimsby Town hevur tapt ein, javnað ein og nú vunnið aftur.
Grimsby Town kom á sigurskós aftur í Gillingham í dag, har tað endaði 1-4. Geza Turi var ógvuliga eyðsýndur fyri útiliðið: Nummar 15 var við í øllum fýra málunum , har hann sjálvur skoraði eitt - eftir gott spæl - og legði upp til tað seinasta við frekari alvering.
Í sambandi við 2-1 málið vann 25-ára gamli føroyingurin bóltin væl og setti álopið í gongd.
Sí hæddarpunktini, har nummar 15 hjá Grimsby skein, omanfyri ella á Youtube-síðuni hjá Grimsby Town
![]()
Í Grimsby Town eru teir ovurfegin um gøtumannin, sum var besti spælari fyri august og september (Mynd: Grimsby Town Football Club)
Sambært øllum hagtølunum vat Geza Turi dagsins spælari í Gillingham, har Grimsby vann ársins fyrsta útisigur.
Liðið er nú á 11. plássi við 17 stigum - tvey stig eru upp til røkkstøkk-pláss um uppflyting (play-off). Heimadystur er á skránni um eina viku móti York, sum er trý stig frammanfyri Grimsby.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald