
Tað var ein fegin og lættur landsliðsvenjari, sum Portalurin í gjárkvøldið hitti eftir fyrsta heimasigur hansara og sigur nummar tvey í fimm kappingardystum undir verandi venjaratoymi.
Eyðun Klakstein heldur, at Føroyar høvdu gott tamarhald á størsta partinum av dystinum á Tórsvølli, og at tað var uppiborið, at tað eydnaðist føroyingum at vinna 2-1 á Gibraltar.
Sí onnur video frá í gjár:
Árni : - Tað er nakað serligt at skora og vinna fyri Føroyar
Hanus Sørensen: - Eg kom flúgvandi inn skiftingarrúmið og var heilt uppi at koyra
---------------------------------------------------
HM-undankappingin, 3. umfar
Tòrsvøllur, 9. juni
Føroyar - Gibraltar 2-1 (0-1)
23' James Scanlon 0-1
71' Árni Frederiksberg 1-1
86' Patrik Johannesen (Jóannes Kalsø Danielsen) 2-1
Føroyar (5-4-1/3-4-3): Bárður á Reynatrøð - Jóannes Kalsø Danielsen, Odmar Færø, Gunnar Vatnhamar, Andrias Edmundsson og Viljormur Davidsen - Árni Frederiksberg, Hallur Hansson (L), Brandur Hendriksson, Adrian Justinussen - Páll Klettskarð
Hesir komu inn í 2. hálvleiki:
65' Daniel Johansen, Hanus Sørensen og Patrik Johannesen
74' Jóan Símun Edmundsson
89' Jákup Biskopstø Andreasen
Les meira um dystin her: - Føroyar vendu tí seinastu minuttirnar á Tórsvølli
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald