Fótbóltur

Video: Greipan skal vinnast næsta ár

FM nummar tjúgu hjá KÍ-kvinnunum í hesari øldini gjørdist ein veruleiki í dag. Liðskiparin, Sanna Svarvadal, sigur at málið er at vinna greipuna næsta ár og klára seg betri í Evropa.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2021-10-10 21:38 Author image
Agnar Prestá
placeholder

KÍ hevur í ár ongan dyst tapt, og í dag, eitt umfar áðrenn seinasta umfar, tryggjaðu KÍ-kvinnurnar FM-heitið. Hetta er tjúgunda FM-heitið hjá KÍ í hesari øldini.

- Vit standa við føroyameistaraheitinum, so vit eru nøgdar, men vit hyggja altíð eftir at betra okkum, sigur liðskiparin Sanna Svarvadal.

- Um vit ikki vunnu í dag, so høvdu vit tikið tað í Klaksvík ímóti AB/B71 næsta vikuskifti, men eg haldi at vit eru ov dominerandi á vøllinum og í deildini til at avgera kappingina í síðsta dysti, sigur hon.

Málið næsta ár er greipan, og ætlanin er eisini at klára seg betri úti í Evropa.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder