
Tað blívur ofta javnleikur tá grannauppgerð er í Havn, og í gjár var einki undantak.
Liðini skiftust til at hava leiðsluna, men tað endaði sum so mangan við javnleiki í grannauppgerðini í høvuðsstaðnum. HB var á odda 1-0 í hálvleikinum við brotssparksmáli, sum Emil Pedersen skoraði.
Í seinna hálvleiki svaraði B36 tvær ferðir aftur við málum frá Ragnari Samuelsen. B36 var á odda 2-1 til stutt fyri dystarlok, tá ið Lassana Faye javnaði til 2-2 fyri HB, sum eisini bleiv endaliga úrslitið.
Síggj samandrátt av dystinum frá Televarpinum omanfyri.
Fleiri samandráttir síggjast á tv.fo her
--
Betri deildin 22. umfar
Sunnudagin 14. september 2025
HB - B36 2-2 (1-0)
21' Emil Grøn Pedersen 1-0 br.
55' Ragnar Samuelsen 1-1
69' Ragnar Samuelsen 1-2
86' Lassana Faye 2-2
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald