Fótbóltur

Video: Heili 15 mál í tveimum dystum

KÍ vann stórsigur - talan var um trettanda sigurin á rað hjá KÍ-kvinnum. NSÍ og HB spældu ein sera undirhaldandi dyst við Løkin, har átta mál komu..

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2020-08-28 15:01 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Mikukvøldið vóru tveir dystir á skránni í fremstu deildini hjá kvinnum. NSÍ og HB skoraðu fýra mál hvør, og í Klaksvík vann KÍ 6-1 á EBS/Skála.

FSF Varpið hevur øll málini, sum síggjast omanfyri.

KÍ heldur fram við sínari sigursrøð. Klaksvíkskvinnur vunnu heili 6-1 á EBS/Skála og hava harvið vunnið 13 útav av 13 møguligum í ár. Tað er ógvuliga sannførandi, og nú er FM-heitið ikki langt frá at koma í hús annað árið á rað, og fyri 19. ferð í hesari í hesari øldini. 

Við Løkin í Runavík var HB tríggjar ferðir á odda - einaferð við tveimum málum - og Julia Helena Henriksen gjørdi hattrikk, men NSÍ svaraði hvørjaferð aftur. Heidi Sevdal javnaði ti 4-4, tá eitt korter var eftir, og fyrrverandi HB-áleyparin var við í øllum málunum hjá NSÍ.


Mikudagin 26/06
NSÍ - HB 4-4 (2-2)
13' Julia Helena Dal Henriksen (Julia Naomi Mortensen) 0-1
26' Ása Carslen (Poula Andreasen) 0-2
33' Heidi Sevdal 1-2
35' Laila Pætursdóttir (Heidi Sevdal) 2-2
53' Jula Helena Dal Henriksen (Kára Djurhuus) 2-3
60' Sjálvmál 3-3
65' Julia Helena Dal Henriksen (Ása Carlsen) 3-4
75' Heidi Sevdal (Hansina Ronaldsdóttir) 4-4

KÍ - EBS/Skála 6-1 (3-0)
29' Rannvá Biskopstø Andreasen (Tóra Mohr) 0-1
32' Sjálvmál 0-2
41' Tóra Mohr (Rannvá Biskopstø Andreasen) 0-3
49' Evy á Lakjuni (Rannvá Biskopstø Andreasen) 0-4
66' Sunnvá Johansen (Íðunn Egilstoft) 1-4
72' Tóra Mohr (Evy á Lakjuni) 1-5
77' Sanna Svarvadal (Gudný Johannessen) 1-6

Kelda: FaroeSoccer

Støðan:
KÍ 39 stig (13 dystir)
NSÍ 16 stig (11 dystir)
HB 14 stig (12 dystir)
ÍVB 12 stig (11 dystir)
B36 11 stig (11 stig)
EBS/Skála 4 stig (12 stig)

Komandi umfar:

14
30-08-2020
 
-
 
14
30-08-2020 kl. 13:30
 
-
 
14
30-08-2020 kl. 15:00
 
-
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder