2019-07-07 18:37
- Tað er ikki optimalt í vindinum, sigur Heri Ziska um fyrsta dagin hjá frælsum ítrótti á oyggjaleikunum á Gibraltar.
Fyrrapartin vunnu Elisabet Holm Simonsen og Edna Maria Debes seg í hálvfinaluna í 100 metrum, og løtu seinni rann Tórur Mortensen í hálvfinaluna í 800 metrum
Í kvøld gekk eisini væl hjá frælsa ítróttum. Elisabet og Edna Maria luttóku í longdarlopi, og so mikið væl gekk hjá Elisabet Holm Simonsen, at hon slapp víðari í finaluna har hon fekk eitt áttanda pláss.
Vit fingu orðið á Hera Ziska á Lathbury Sports Complex á Gibraltar í kvøld.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald