KÍ hevði eitt gott ár í fjør. Menninir vunnu meistaraheitið og vóru ósigraðir í landskappingini, og KÍ-kvinnurnar vunnu greipuna.
Eins og í fjør hevur KÍ latið film gjørdan um kappingarárið í fjør, og hann er ikki minni hugtakandi í ár. Kvinnuliðið er stórur partur av filminum hesaferð, og serligt er, at hyggjararnir sleppa við í umklæðingarrúmið í steðginum til steypafinaluna á Tórsvølli 29. oktober í fjør.
Her fáa KÍ-kvinnurnar eina skortfleingju frá venjaranum Jens Wedeborg.
- Vit mugu taka stýringina av spælinum. Halda vit, at vit kunnu koma í finaluna og vinna uttan at stríðast, spyr ónøgdi venjarin hugtungu kvinnurnar.
- Á høgru síðu, Tórunn og Hummeland. Tit tosa og rópa til venjing og alt, men tá dysturin er byrjaður uppføra tit tykkum sum hetta er ein jarðarferð, skeldar Jens Wedeborg.
Uppsangurin gjørdi eftir øllum at døma mun. KÍ vann finaluna 2-1, og gjørdist steypavinnari 2022.
2022 var annað árið á rað, at besta mansliðið og besta kvinnuliðið í Klaksvík vunnu FM.
Allur filmurin sæst her:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald