Fótbóltur

Video: KÍ-leikararnir gleða seg til at spæla Champions League í Klaksvík

(3:32 min) Verjuparturin skal verða uppá pláss, men KÍ skal samstundis tora at fara eftir sigrinum. Vit tosaðu við liðformannin, málverjan og nýggja leikaran hjá føroyameistarunum undan venjing í gjár.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2020-08-18 13:55 Author image
Portal.fo sjónvarp
placeholder

KÍ skal mikukvøldið spæla í 1. umfari í Champions League. Tað er Slovan Bratislava, slovakiska meistaraliðið, ið vitjar í Klaksvík.

Hoyr omanfyri liðformannin, Jákup B. Andreasen, seta orð á serligu uppgávuna, Málverjan Kristian Joensen seta orð á eitt serligt evropeiskt avrik í fjør og síni avrik í ár, og Heina Vatnsdal tosa um sína fyrstu uppgávu á heimavølli sum KÍ-leikari.

Øll samrøðan við Heina verður á Portalinum seinni í dag.

Agnar Prestá og Sverri Egholm løgdu til rættis

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder