Í løtuni er eingin føroyingur í fremstu norsku deildini, men við stórsigri mikukvøldið liggur Strømgodset til uppflyting, nú fýra umfør eru eftir í næstbestu norsku deildini.
Mattias Lamhauge er fyrsta val á føroyska A-landsliðnum og hevur verið fyrsta val í Strømgodset, síðani felagið keypti hann úr Fredericia - til býin har havnarmaðurin búði eitt skifti sum barn.
![]()
Mattias Lamhauge og Gunnar Vatnhamar undir landsliðvenjing á Tórsvølli fyrr í mánaðinum. Teir báðir spældu allar 360 minuttirnar fyri Føroyar í vindeyganum (Mynd: Sverri Egholm)
Í gjár var føroyingurin tryggur millum stengurnar, tá Kongsvinger vitjaði í Drammen. Gamla liðið hjá Julian Johnsson fekk gamaní eitt mál, men tað var við brotssparki, tá støðan longu var 5-0.
Strømgodset spældi ógvuliga væl og hevði fult tamarhald á í lykladystinum. Undan honum var Kongsvinger á 2. plássi, sum er annað beinleiðis uppflytingarplássi, og hevði tvey stig niður til Strømgodset. Men nú liggja Mattias Lamhauge og teir á 2. plássi í OBOS-deildini.
Tvey stig eru upp til oddaliðið Haugesund, sum vitjar til oddabrak leygardagin.
Fleiri gamlir kenningar í føroyskum fótbólti eru í Strømgodset. Magne Hoseth, fyrrverandi KÍ og B36, er høvuðsvenjari, og Sebastian Pingel er toppskjútti hjá liðnum.
Fyrrverandi áleyparin hjá B36 og HB gjørdi av álvara bart í 5-1 sigrinum í gjár. Danin skoraði hattrik og hevur nú 18 mál í kappingarárinum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald