Fótbóltur

Video: Liðið hjá Mikkjali javnaði seint í grannauppgerðini

Eina stigið móti Djurgården í gjár ger, at AIK framvegis er heilt frammi í oddinum í Allsvenskan - oddabrak verður móti Mjällby sunnudagin.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2025-05-05 14:11 Author image
Agnar Prestá
placeholder

AIK móti Djurgården er nakað serligt, og í gjár, sunnudagin 4. mai, varð eisini talan um eina tætta og inntensa Stokhólm-uppgerð.

Djurgården legði seg á odda við einum heldur margháttiligum brotssparki eftir 25 minuttir, men sum so ofta áður í tíðini hjá Mikkjali Thomassen skoraði AIK seint í dystinum.

1-1 málið kom í 83. minutti, tá Antón Salétros smekkaði bóltin í netið. Hetta var tríggjar minuttir eftir, at ein hjá Djurgården hevði fingið sítt seinna gula kort.

Sí málini og hæddarpunkt, har nakrir stórir málmøguleikar eru, ovast ella HER

AIK er framvegis ósigrað í Allsvenskan. AIK og Mjällby hava bæði 17 stig fyri sjey umfør, og tey hittast í 8. umfari.

Tað verður tíðliga seinnapartin sunnudagin, at Strawberry leikvøllurin í Solna verður karmur um reinan oddadyst, har føroyski venjarin skal royna at vinna fyrimunin í fremstu røð í Svøríki.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder