2021-05-10 21:49
Svenska sjónvarpsrásin TV4 hevur gjørt samrøðu við føroyska hondbóltsspælaran Elias Ellefsen á Skipagøtu, sum spælir við IK Sävehof í bestu svensku deildini.
Í samrøðuni verður komið inn á slaktið. Elias Ellefsen á Skipagøtu greiðir frá, at abbi hansara hevur seyð, og tað ikki altíð at hondbólturin passar so væl til flettingina.
Elias og liðfelagarnir spæla fyrstu meistaraskapsfinaluna móti IFK Skövde. Spælt verður best av fimm dystum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald