Fyrsta málið hjá Geza David Turi í kappingardysti fyri Grimsby var á mangan hátt nakað serligt.
Flotta langskotið var 2-0 málið í sigrinum á oddaliðnum í League Two, Bristol Rovers. Gøtumaðurin rak og sendi síðani eina rakett upp í longra málhornið.
Her ber til at lesa meira og síggja øll hæddarpunktini
24-ára gamli føroyingurin heldur fram at gera vart við seg í Grimsby og vísir stórform, áðrenn Nations League byrjar.
Málið leygardagin var so mikið gott, at Grimsby-fjepparar ivast í, um tey munnu hava sæð betri á Blundell Park.
Langskotið hjá Geza er eisini á topp-fimm listanum hjá EFL fyri vikuskiftið. Her eru millum annað mál úr næstbestu ensku deildini, Championship, við.
Til ber at síggja málini ovast við at trýsta á miðjuni - ella á Youtube-síðuni hjá EFL
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald