Fótbóltur

Video: Málini frá tíggjunda umfari

Her sært tú tey átta málini, sum komu í bestu kvinnudeildini í gjár.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2020-07-27 19:48 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Klaksvíkskvinnur halda fram við at vinna, og hesaferð varð felagsliðið av Skála og úr sundalagnum sent av við vøllinum við ongum.

Eisini NSÍ og HB vunnu sínar dystir í 10. umfari í Betri Deildini hjá kvinnum. Á Tórsvølli vann NSÍ 1-0 á B36, og í Gøtu vann HB 2-1 á ÍVB.

Í FSF Varpinum omanfyri ber til at síggja øll átta málini, sum í gjár blivu skoraði í fremstu deildini hjá kvinnum.

ÍF/Víkingur/B68 kv. - HB kv. (1-2)
19' Jensa Tórólvsdóttir 1-0
68’ Julia Naomi Mortensen 1-1
73’ Sara Samson Lamhauge 1-2

B36 - NSÍ (0-1)
23’ Rúna Olsen brotsspark 0-1

EBS/Skála kv. - KÍ kv. (0-4)
8’ Evy á Lakjuni 0-1
25’ Malena Josephsen 0-2
28’ Birita Ryan 0-3
90’ Sanna Judith Frida Svarvadal 0-4

 

Støðan í Betri deildini kvinnur

1. KÍ (30 stig)
2. NSÍ (15 stig)*
3. HB (12 stig)
4. B36 (10 stig)
5. ÍF/Víkingur/B68 (9 stig)*
6. EBS/Skála (4 stig)

*Ein dyst færri

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder