Fótbóltur

Video: Málskjúttin hugsaði at hetta var tað

Stuttligt at hoppa upp um Soucek og stúta bóltin í kassan, men tað telur so lítið nú, staðfestir Gunnar Vatnhamar eftir 2-1 tapið í Kekkia. - Allir arbeiða fyri landið.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2025-03-22 22:53 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Vit burdu helst havt forða nakað fleiri innleggum.

Gunnar Vatnhamar iðrar seg, eftir at Føroyar vóru nær við at fáa stig, tí Patrik Schick í 85. minutti stútaði bóltin í føroyska málið til 2-1.

Tveir minuttir frammaundan skoraði Gunnar sjálvur við ógvuliga flottum stútara - eftir frálíkt hornainnlegg frá Adrian Justinussen og eftir at 29-ára gamli leirvíkingurin leyp uppum kekkiska liðformannin Tomas Soucek og drønstútaði sítt triðja landsmál í kekkiska kassan.

Gunnar fegnast tó um nógv í føroyska avrikinum.

Undankapping til HM 2026 - bólkur L

1. umfar, leygardagin 22. mars
Kekkia - Føroyar 2-1 (1-0)
25' Patrik Schick 1-0
84' Gunnar Vatnhamar (Adrian Rúnason Justinussen) 1-1
86' Patrik Schick 2-1

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder